Skrá fyri guðstænastuna í Gjónni

11. aug. 2023

Hetta átakið tók seg upp fyri sjey árum síðani og gjørdist ein kærkomin siðvenja. Tey tvey koronuárini var onki, men í fjør tóku vit tráðin uppaftur, og væntandi fer gudstænastan í gjónni at verða hildin hvørt ár framyvir.

Í ár verður tað dómpróstur Uni Næs, sum fer at prædika.

Organistur verður Gudmundur Mortensen, og Eiðis Ljómfelag fer eisini at spæla.

Kórsangur verður somuleiðis, og í ár verður tað kórið Silvitni, stjórnað av Cinthia Gonzales Parada. Vit fara eisini at kunna njóta vakran tónleik við gittaraúrmælinginum Sergio Martinez úr Vestmanna/Meksiko.

Viðrar verður dómpróstur skjútsaður inn í gjónna av kvinnumanning úr Sundalagnum.

Øll árini hava fólk tikið fjølment undir við hesi gudstænastuni, og fyrireikararnir eru spentir uppá og vóna, at nógv fólk aftur í ár fara at leita sær í stórbæru náttúruna og góðu løtuna í gjónni.

Kirkjuráð, dómpróvstur, kór og tónleikarar bjóða øllum vælkomnum.

Fólkakirkjan

Skráin fyri guðstænastuna er:

Prestur: Uni Næs, dómpróvstur

Deknur: Sofus Debes Johannesen

Klokkari: Símun Niclasen

Undirspæl til sálmarnar:   Gudmund Mortensen, orgulspælari og Eiðis Ljómfelag,  Agnar Lamhauge, stjórnar.

1. Samanringing  -  meðan dómpróvstur verður skjútsaður inn í Gjónna.

2. Præludium:  Choral fr. Cantata no 79   Van Beringen/Bach - Eiðis Ljómfelag

3. Præludium:  Mai mynd, eftir Knút Olsen - Silvitni

4. Inngangsbøn

5. Felagssálmur nr. 43 (Tin miskunn, o Guð, er sum himinin há)

6. Heilsan

 

7. Inngangskollekt

8. Lestur

9. Felagssálmur nr. 31 (Ein vakran heim tú, Harri, gav)

10. Amazing grace -  William Walkers, guitar: Sergio Martinez

11. Evangelium

12. Bøn + Prædika

13. Ápostólska signingin

14. Felagssálmur nr. 305 (Leið meg Guð, á lívsins veg)

15. Jesu rex Admirabilis, Giovanni da Palestrina - Silvitni

16. Altíð syngur havið, Anne Mette Klementsen - Silvitni

17. Trúarjáttan

18. Kirkjubøn við faðirvár

19. Felagssálmur nr.  370 (Gakk tú tryggur fram við góðum treysti)

20. Útgangskollekt

21. Harrans signing

22. Felagssálmur nr. 689 (Tann dagur, tú gavst)  

23. Útgangsbøn

24. Biðisløgini

25. Útgangs lag: Down in the river to pray, trad. Spiritual - Silvitni

26. Útgangs lag: Yellow Mountains, Jacob de Haan - Eiðis Ljómfelag


Seinastu tíðindi

Skrá fyri guðstænastuna í Gjónni
11. aug. 2023
Guðstænasta í Gjónni
20. jul. 2023
Lions stuðlar bygdarhúsinum
05. jun. 2023
Aðalfundur
25. nov. 2022
Jólaguðstænasta úti
24. des. 2021
Ester sang í kirkjuni
19. des. 2021
Leiga bygdarhúsið
03. sep. 2021
Vinnararnir á lutaseðlinum
29. aug. 2021
Guðrið Hansdóttir í kirkjuni
04. aug. 2021
Jólatræ í dansistovuni
26. des. 2019