Bygdarhúsið Gjáar Samkomuhús verður leigað út í einstøkum førum.

Spyrji tykkum fyri hjá formanninum, Kristian Jákup Joensen, tlf. 235078

Nevndin fyri Gjáar Samkomuhús:

Kristian Jákup Joensen, formaður, tlf. 235078

Sofus Debes Johannesen, næstformaður, tlf. 216586

Jóhanna Debes Vang, kassameistari, tlf. 227701

Felagslív

Gjáar Samkomuhús

Undir krígnum varð dansistova bygd við Gjógv. Eitt felag varð stovnað at byggja dansistovuna, og hetta felagið varð kallað Gjáar Samkomuhús.

Í 1980 varð hetta felag umskipað til bygdarfelag, og fekk hetta felag navnið Bygdarfelagið Gjáar Samkomuhús.

Gamla dansistovan varð vorðin ov lítil og ótíðarhóskandi, so umskipaða felagið setti sær fyri at vaksa um húsið og gera tað meira tíðarhóskandi.´

Í 1986 varð byrja at grava út undir gomlu dansistovuni, takið varð tikið av, eins og veggurin omaneftir varð tikin niður. Síðani varð húsið vaksið 1,5 metur omaneftir, útbygningur varð gjørdur niðaneftir, kjallari útgrivin og nýtt loft varð reist á bygninginum.

Hetta gjørdi, at vit í veruleikanum fingu ein heilt nýggjan bygning í trimum hæddum, sum líka síðani hevur verið dúgliga nýttur.

Húsið verður nýtt til ymiskar samkomur og veitslur. Um vetrarnar savnast bygdarfólkið hvørt mánakvøld til hugnaløtu, og um summarið verður húsið nógv útleigað til bæði skúlaflokkar og størri familjusamkomur, sum m.a. gera nógv av at nýta stóra hylin í ánni við síðuna av, "Lítlafløtt", at spæla og vassa í.

Bygdarfelagið Gjáar Samkomuhús hevur útvið 200 limir.

Á føstulávint plaga vit at hava tunnusláing í bygdarhúsinum.

Kattakongar, ið higartil hava havt ferðasteypið, eru:

1988: Olaf Fríðheim
1989: Jógvan Nónsgjógv
1990: Kornelius Johannesen
1991: Kornelius Johannesen
1992: Jógvan Nónsgjógv
1993: Óli Jákup Niclasen
1994: Sigurd Niclasen
1995: Olaf Fríðheim
1996: Sigurd Niclasen
1997: Jón Matras
1998: Hans Edvard Joensen
1999: Kristian Olsen
2000: Sofus Debes Johannesen
2001: Kristian Jákup Joensen
2002: Kristian Jákup Joensen
2003: Jóhan Kristiansen
2004: Kristian Jákup Joensen
2005: Kristian Jákup Joensen
2006: Kristian Jákup Joensen
2007: Dánjal Jákup Kristiansen
2008: Símun Niclasen
2009: Jóhan Kristiansen
2010: Dánjal Jákup Kristiansen
2011: Jóhan Kristiansen
2012: Dánjal Klein Christiansen
2013: Sofus Debes Johannesen
2014: Atli Hansen
2015: Albert Dam
2016: Ólavur Joensen
2017: Dánjal Jákup Kristiansen
2018: Kornelius Johannesen
2019: Kristian Jákup Joensen
2020: Jóhan Kristiansen