Apríl 2009: Í dag og í morgin eru prestar úr øllum landinum savnaðir til skeið á Gjáargarði.
Í hesum sambandi varð skipað fyri aftansangi í kirkjuni í kvøld, har Kingokórið úr Tjørnuvík sang, umframt at kirkjuliðið sang felagssang. Emil Olsen, prestur, hevði eisini nøkur góð orð at bera kirkjufólkinum.
Aftan á bjóðaðu prestarnir øllum til ein kaffimunn á Gjáargarði, har Asbjørn Djurhuus greiddi frá sangferð hjá Kingokórinum í Danmark á páskum, og høvi annars var til hugnaligt prát. |