Ein partur av stóra tónleikatiltakinum Summartónar hevur øll árini verið við Gjógv, og hesin parturin hevur verið kallaður Gjáartónar.
Aftur í ár verða konsertir við Gjógv sum ein partur av Summartónum.
Tað verður leygardagin 5. juli 2008, og konseretirnar verða ávikavist kl. 19 og kl. 20.30 á Gjáargarði.
Kl. 19.00 spælir "Athene Kvartetten", sum er mannað við Benedikte Thyssen (1. violin), Jun Kikuchi Hansen (2. violin), Angelika Nielsen (bratsj) og Marie Louise Lind (cello).
Tey spæla verk eftir Atla K. Petersen, Mokale Koapeng, Julia Raynham og Carl Nielsen.
Seinna konsertin verður kl. 20.30, og tá spælir "Aldubáran". Manningin hjá teimum er: Andrea Heindriksdóttir (floyta), Anna Elisabeth Klett (Klarinett), Henrik Skotte-Larsen (obo), Christina Andersen (fagott), Páll Sólstein (horn), Dávur Juul Magnussen (trombon) og Ólavur Jakobsen (gittar).
Tey spæla verk eftir: Enrique Crespo, Lloyd Prince, Fiona Tozer, Cameron Harris, Kristian Blak, Sunleif Rasmussen, Ólavur Larsen og György Ligeti.
Myndin omanfyri er tikin 19. juni 2005, tá Aldubáran spældi niðri í Gjónni. |