LEITA 
 
HEIM UM BYGDINA GJÁAR SAMKOMUHÚS GJÓMAÐUR VIRKIR/FELØG  
 
 
VÆLKOMIN LEINKJUR TÍÐINDI BYGDARHÚSIÐ FÓLKATELJINGAR  
 



 
Tíðindi

16.04.2009
Brúgv um Hulduheyggin



Í nógv ár hevur verið ynski um at fáa gjørda brúgv um ánna við Hulduheyggin, soleiðis at sleppast kann at húsunum norðanfyri, uttan at skula koyra gjøgnum alla bygdina.
Eisini vil tað gera tað nógv lættari hjá størri bilum sum oljubili og ruskbili at røkka húsunum norðanfyri.
Ikki minst hevur brúgvin týdning fyri Gjáargarð, tí tá hon er komin, sleppa bussar heilt at hotellinum, soleiðis at gestirnir verða koyrdir upp á pláss, og nógv av tí sera darvandi bussferðsluni verður leidd út um bygdina.
Nú er endiliga útlit fyri, at hendan brúgv verður veruleiki. Seinastu dagarnar hava menn frá Sunda Kommunu arbeitt við fyrireikingunum til brúnna, og nú er fundament stoypt, so at klárt er at seta brúnna upp.
Brúgvin er keypt úr Danmark sum betongelementir, og tá hon er sett upp - vónandi seinni í hesari vikuni - er bert eftir at gera vegirnar báðu megin.


Kingokórið og prestaskeið 22.04.2009
Gjáartónar 02.07.2008
Hørpukonsert á Gjáargarði 01.06.2007
Gjómaður endurstovnaður 09.01.2007
Jólatræið verður tendrað 01.12.2006
Snorkling við Gjógv 30.07.06
Sjónleikur og tónleikur við Gjógv 29.06.2006
Gamli handilin uppafturlatin 01.06.2006
Gjáargarður nýggja heimasíðu 22.03.2006
Krúnprinsaparið vitjar 26.01.2005
Heðin Zachariasen borgarstjóri 11.11.2004
Kommunustýrið valt 09.11.2004
Føroyakvøld á Gjáargarði 20.10.04
Oldingar á floti 11.08.2004
99 ára gamal á støðni 10.08.2004
Hitabylgja 10.08.2004
Við hýsulínu 07.08.2004
Umvæla summarhús 07.08.2004
»Ferðin til Gjáar« 30.06.2004
Konsert avlýst 05.06.2004
Ruddingardagurin 2004 26.05.2004
Samanleggingin undirskrivað 19.03.2004
Sameiningin veruleiki 07.11.2003
Hugnakvøldini byrja aftur 03.11.2003
Prestur heldur fyrilestur 24.10.2003
Gjáartónar 2004 17-10-2003
Gjáartónar 2003 20-07-2003
Nýggj heimasíða 16.04.2003